Føroyskt / Færøsk / Faroese Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Um okkum Um Føroyar Um Sandoy Kunning Tiltøk Ferðist í FO
Íbúgvaratal
Kommunur og bygdir
Vinna
Myndasavn
Vælkomin

“Hon er ungmoygggin millum oyggjar aðrar í Føroyum. Hygg at henni, í hvørjum veðri, tú vil! - Eingi svørt fjøll seta knyklar í brýr ímóti tær, ongar síðar skorðar standa og hótta, einki vilt og gæsut landslag stendur og hóreiggjar sær.

Einans flá valling, lág fjøll og so skaffiliga bygd, sum vóru tey kembd, áðrenn skaparin setti tey frá sær. Allastaðni blítt avrundað snið, varliga samanpassað. Tað er líkt til, at Gud er komin úr konugildi, tá ið hann hevur myndað oynna.”

Soleiðis lýsir skaldið Heðin Brú Sandoynna, men treyðugt so, ert tú stødd vestantil Sandoynna ella í Skúvoynni, so reisa fjøllini seg steyrrætt úr havinum.

Í sýsluni, ið telur Sandoy, Skúvoy og Stóru Dímun, búleikast um 1500 fólk í 7 bygdum og hóast fá í tali, so er er lív í bæði summar og vetur. Her sum aðrastaðni er fiskivinnan álitið, men eisini er góð landbúnaðarjørð her og fleiri stórir garðar.

Økið er sera áhugavert, bæði søguliga og fornfrøðiliga. Í Húsavík eru toftirnar eftir mætu Húsfrúnni, heima á Sandi vita fornfrøðiligar rannsóknir at siga frá, at bygdin man vera ein av elstu bygdum í Føroyum. Úti í Skúgvi búði Sigmundur Brestisson og í Dímun kenna vit søgnina um Anniku, sum mátti lata lív fyri kærleikans skuld.

Lætt er at ferðast, bæði til og í Sandoynni. Gott ferðasamband er av Gomlurætt, og bussar koyra til allar bygdir.

Av Sandi ber til at sleppa til Skúvoyar við Sildberanum og her ber til at síggja Sigmundarstein og Rannvátoftir.

Vit ynskja øllum at vera vælkomin at vitja suðureftir.

 

 

 
Kunningarstovan í Sandoy - 210 Sandur - tel +298 36 18 36 - sandinfopost.olivant.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula