Føroyskt / Færøsk / Faroese Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Um okkum Um Føroyar Um Sandoy Kunning Tiltøk Ferðist í FO
Kort
Gisting
Útferðir
Túrar við báti
Gongutúrar
Føroyakvøld
Bólkaferðir út í Skúvoy
Síging/ rapelling í Sandoynni
Vitjununarverd støð
Frítíðarítriv
Handlar o.a.
Peningastovnar
Tíðindasavn SA
Føroyakvøld - Kvøldseta í Dali

Føroysk Kvøldseta

Mong munnu tey vera, sum kenna fólkalívsmyndina “Kvøldseta” hjá V.U.Hammershaimb. Hendan fólkalívsmynd kann gerast veruleiki, um vitjað verður til Dals. Her skipar bygdafólkið fyri kvøldsetu í bygdahúsinum Eiriksgarði, har børn, ung, tilkomin og gomul savnast at spinna, karða, nappa ull, binda bul og mangt annað. Víst verður eisini á gomul føroysk barnaspøl. Meðan arbeitt verður, verður sagt frá søgu, sagni ella ævintýri og sungin verður onkur miðaldarvísa ella skjaldur. Farið verður upp á gólv við góðum kvøðarum úr Dali. Eisini verður boðið breyð við góðum føroyskum viðskera. Samanumtikið eitt ógloymandi kvøld.

VERT AT VITA

Møguleiki er at samantvinna kvøldsetu við gongutúri millum Skarvanes og Dal, við ella uttan ferðaleiðara. Meira fæst at vita á Sandoyar Kunningarstovu við at ringja tel. 361836 ella senda tpost: info@visitsandoy.fo

 

 

 

 
Kunningarstovan í Sandoy - 210 Sandur - tel +298 36 18 36 - sandinfopost.olivant.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula